Tyrvimóttøkan og reinsiverkið á Nýggjheiðum í Kvívík varð handað týsdagin í síðstu viku.
Arbeiðið fór í gongd í septembur 2020 og varð avhendað týsdagin 10. januar 2023. Hóast tyrvingarplássið liggur omanfyri 250 metra hædd, so hevur arbeiðið gingið væl og verkætlanin er avhendað til avtalaða tíð, skrivar J&K Petersen, og hevur lagt myndirnar niðanfyri út.
Tyrvingarplássið er ein felags verkætlan hjá Tórshavnar Kommunu og IRF, sum J&K Petersen hava staðið fyri.
Sí myndir, sum Suni Hansen, formaður hjá J&K Petersen, tók av Tyrvingarplássinum á Nýggjheiðum 5. desember 2022. Tað var áðrenn verkætlanin var heilt liðug.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald