Í síðstu viku skrivaði Skúlablaðið um, at Vágs skúli hevur fingið játtan til eina verkætlan, sum byggir á granskingargrundaða rørsluátakið, FIT FIRST.
Í hesum sambandi fara lærarar í Vágs skúla at útbúgva seg í undirvísingarháttinum FIT FIRST, sum granskarar frá Syddansk Universiteti hava ment til rørsluløtur í skúlahøpi saman við Danska Ítróttasambandinum og serfrøðingum frá 20 ymiskum ítróttum í Danmark.
Heimasíðan hjá Fróðskaparsetur Føroya skrivar, at tað er Helgi Winther Olsen, sum fer at standa fyri ætlanini. Hann og vágbingurin Magni Mohr løgdu ætlanina fram í Vági fyri kortum, og ph.d-lesandi havnarmaðurin skal skriva ph.d-ritgerð um ætlanina og úrslitini.
Sum heild fara granskarar frá Setrinum at fylgja verkætlanini og kanna, hvønn týdning rørsluátakið hevur fyri rørsluførið og heilsustøðuna hjá næmingunum. Tað snýr seg um samanlagt tjúgu vikur í ár
- Allir næmingar í Vágs skúla fara at luttaka í rørsluløtunum, sum verða skipaðar í skúlatíð av ítróttalærarum, soleiðis at flokstrinini hvør í sær hava 3 x 40 minuttir um vikuna. Hetta fer fram í 10 vikur á vári 2023 og aftur í 10 vikur á heysti 2023, skrivar setur.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald