Innanlands

Næmingar smíða neystini úti í Bakka

Neystini fáa stásiliga umvæling

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-01-16 13:38 Author image
Ari av Rana
placeholder

Neystini úti í Bakka eru ogn hjá Tórshavnar kommunu, men Froskmannafelagið hevur í eina tíð við stuðli frá byggideildini hjá kommununi umvælt neystini. Endamálið við umvælingini er at fáa hølini soleiðis skikkað, at til ber at savna alla ítróttina, ið hevur við havið at gera.

Ein partur av hesum arbeiði er, at skúlar, frítíðarskúlar, Margarinfabrikkin og onnur skulu fáa atgongd til neystini. Í neystunum er eisini eitt deiligt felagsrúm, har køkur skal gerast, og í neðra verða nú bygd skiftirúm við brúsu.

Eisini verður gjørt goymslurúm til kajakkir, kavaraútgerð, snorkling til skúlar og frítíðarskúlar o.s.fr. Froskmannafelagið hevur heitt á kommununa um at hjálpa við tí seinasta, soleiðis at neystini kunnu verða klár at taka í nýtslu flaggdagin 25. apríl.

Arbeiðið hevur gingið serliga væl seinastu dagarnar, tí tveir læraralesandi, sum undirvísa í timburarbeiði, hava saman við Birgiri Sondum, flokkslærara í Gula Skúla, verið í praktikk við sjey 12 til 17 ára gomlum næmingum, sum hava smíðað fyri lívinum og havt eitt stórt upplivilsi, skrivar Tórshavnar kommuna.

Nevnast kann eisini, at felagshølini sum frálíður verða brúkt til at sýna fram lutir, sum funnir eru á havsins botni, soleiðis at neystaloftið kann gerast eitt spennandi savn, sum verður opið fyri almenninginum.

[object Object]

(Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, vitjaði arbeiðsmenninar: Mynd - Tórshavnar kommuna)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder