Arbeitt hevur verið við at gera Glasir liðugt meðan heystfrítíðin hevur verið, og málið er at, so at siga allir tættir av arbeiðinum innandura eru lidnir, tá næmingarnir møta aftur.
Tað skrivar Glasir á heimasíðuni í dag.
Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)
Men av tí, at seinkingar eru í hesum arbeiði, hevur Landsverk heitt á leiðsluna í Glasi, um at fáa tríggjar arbeiðsdagar afturat, at gera ábøturnar lidnar. Hesum hevur leiðslan á Glasi eftirlíka, og tískil byrjar undirvísingin eftir heystfrítíðina ikki mánamorgunin, sum ætlað.
Undirvísingin byrjar tí ikki fyrr enn hósmorgunin 25. oktober.
Hetta er galdandi fyri undirvísingina á gymnasialum miðnámi og yrkisrættaðum námi. Hægri nám er ikki ávirkað av broytingini, sigur Glasir á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald