
- Fyri fimtan árum síðan var ein forskúli í Føroyum - dag eru teir 13 í tali. Samlaða talið á børnum svarar til ein hálvan árgang av børnum.
Hetta staðfestir Skúlablaðið á heimasíðu sínari, har ein gjøgnumgongd av forskúla
Søgan
Áðrenn 2010 var ein forskúli í Føroyum. Talan var um tann søguliga forskúlin í Sankta Frans skúla, sum hevur ein mansaldur á baki. Tað eru nevniliga 60 ár, síðani forskúlin í Sankta Frans skúla læt upp. Tað var í 1965, tá ið fransiskanarasystrarnar fóru undir forskúla.Fyrstu mongu árini undirvístu systrarnar, men so við og við komu aðrir lærarar.
45 ár gingu, til enn ein forskúli var settur á stovn. Hetta í 2010, tá forskúli kom í Leirvík, núverandi Eysturkommunu, og síðan í Skálabotni, tá ið Frískúlin Keldan fór undir forskúla.
- Í 2010 gingu 71 børn í teimum trimum forskúlunum. Næstu trý árini vóru hesir tríggir forskúlarnir teir einastu, til í 2014, tá ið Skúlin á Argjahamri fór undir forskúla. Í 2014 vaks talið á forskúlabørnum til 128.
Síðan eru fleiri forskúlar komnir: Í Runavíkar kommunuskúla, í Eiðis skúla og Skála skúla.
Lítliskúli fór undir forskúla í 2016 og Skúlin á Fløtum í 2020. Forskúlalíknan tilboð eru nú eisini í Nólsoy, í Kaldbak, á Velbastað og í Oyndarfirði. Fyri tveimum árum síðani setti Tvøroyar skúli, sum tann higartil seinasti í røðini, forskúla á stovn.
Støðan nú
Í ár er talið á forskúlum 13, og tað verður tað sambært hagtølum frá Undirvísingarstýrinum eisini komandi ár. Talið á børnum kvinkar úr 301 í ár til 310 komandi ár, sum er umleið ein hálvur árgangur av børnum.
Forskúlin í Sankta Frans skúla hevur flestu árini verið nógv størstur, men seinnu árini hava aðrir hálað seg inn á hann. Forskúlin í Skúlanum á Fløtum er bæði í ár og komandi ár størstur við ávikavist 62 og 66 børnum.
- Eingin námsætlan er fyri forskúlarnar; innihaldið og skipanin í forskúlaflokkum eru hinvegin lýst í lóg og kunngerð. Fólkaskúlalógin ásetur, hvat forskúlarnir skulu arbeiða við í høvuðsheitum, og kunngerðin greinar bæði skipan og innihald. Ásett er í fólkaskúlalógini, at í forskúlaflokki skulu børnini verða kunnað um dagliga lívið í skúlanum, læra at vera í skúla og at vera trygg við undirvísingarstøðuna, har tað fer fram eitt samspæl millum læring og leik; børnini skulu læra grundstøðið undir lesing, skriving og rokning, læra at nýta bókasøvn, handaligt virksemi, tónleik, rørslu, at lurta og verða aktivur luttakari í undirvísingarstøðuni og í tí sosiala samverupartinum. Skipað samstarv skal verða millum lærarar og pedagogar í forskúla, byrjanarundirvísing og frítíðarskúla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald