Innanlands

Nærkast Ovasavni í Nólsoy

Nýggja Ovasavnið er sambært borgarstjóranum ein góð loysn, sum kemur at gera sítt til, at Ove og hansara roysni seint verða gloymd.

2023-04-09 16:19 Author image
Jan Müller
placeholder
Nógv fólk komu saman í Nólsoy í góðveðrinum í gjár, tá fýra systkin hjá Ova sála saman við borgarstjóranum rakaðu saman á stykkinum, har nýggja Ovasavnið kemur at standa. Hetta varð gjørt við árum av kappróðrarbátinum Nólsoyingi við rívum frammanfyri.

-Hetta havi eg ongantíð roynt fyrr. Hetta er genialt, og hvør veit, um hetta ikki verður brúkt aftur, sigur Heðin Mortensen.

Ternan var á tremur við fólki, og fitt av fólki luttóku til tey nógvu tiltøkini í bygdini, tá skipað var fyri tiltaki í Nólsoy til frama fyri einum savni at minnast Ova Joensen, sála. 

Tónleikinum stóðu Kim Hansen og Hilmar Joensen fyri, og Thomas Joensen, formaður fyri Ovasavnið helt røðu.

Borgarstjórin Heðin Mortensen bar fram eina heilsan frá Tórshavnar kommunu. Í røðuni segði borgarstjórin m.a., at nólsoyingar duga at flyta seg við tíðini, og at laga seg eftir umstøðunum. Er ein leið ikki gongd, verður gingið aðrar leiðir.

Nýggja Ovasavnið er sambært borgarstjóranum ein góð loysn, sum kemur at gera sítt til, at Ove og hansara roysnið seint verða gloymd.

Heðin Mortensen nýtti eisini høvið til at rósa teimum mongu eldsálunum, sum í árvís, hava gjørt sítt til, at Ovasavnið nú er komið so mikið langt. Samstundis vissaði hann fjøldina um, at parturin hjá kommununi ikki kemur at liggja eftir.

Stór sum smá tóku eisini av møguleikanum at luttaka í eyðkendu páskaeggjaveiðuni, og í gjárkvøldið vórðu stovurnar hjá fólki í bygdini karmur um nógvar ymiskar konsertir.

Tað er í Nólsoy, tað sker!

Nólsoy


Kelda: Torshavn.fo



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder