
Tað er í løtuni nógv kjak um, hvørs Føroyar skulu støðga øllum, ella pørtum av, samstarvinum við Russlandi, orsakað av krígnum í Ukraina.
Les eisini:
Høgni Hoydal: Uttanríkispolitikkurin er privatiseraður
Kunngerð um revsitiltøk mótvegis Russlandi kemur um einar tríggjar vikur
Landsbankin hevur í dag, í samband við at ársfrágreiðingin um fíggjarligt støðufesti fyri 2021 er kunngjørd, staðfest, at nærum ein fjórðingur av vøruútflutninginum í fjør fór til Russlands.
Talan er um áleið tvær milliardir, og tað er søla av laksi og uppisjóafiskið til Kríggið millum Russland og Ukraina ger henda partin av útflutninginum óvissa, men sambært vinnuni, ber til at finna nýggjar marknaðir.
Landsbankin skrivar í frágreiðing, at um so er, at útflutningurin av fiski til Russlands ikki ber til, vegna kríggið millum Russland og Ukrania, so ber til hjá vinnuni at finna aðrar marknaðir fyri henda fisk. Tó kann væntast eitt prísfall á uppisjóvarfiskinum, ið merkir, at virðið av hesum partinum av útflutninginum kann lækka nakað.
- Sambært alivinnuni er tó ikki torført at finna nýggjar marknaðir at selja laksin til, tí eftirspurningurin eftir hesi vøru er væl størri enn útboðið. Makrelur kann somuleiðis seljast um allan heim, men her er kappingin harðari, og tí kann væntast ein lægri prísur fyri makrel, í øllum førum fyribils. Sild verður hinvegin ikki eftirspurd um allan heim, men í løtuni er eftirspurningur eftir sild til agn í Kanada, og í ringasta føri kann sildin seljast til framleiðslu av fóðri.
Umframt útflutningin av fiski til Russlands, hava Føroyar eina fiskiveiðuavtalu við Russland. Føroyar fáa í høvuðsheitum eina toskakvotu í Barentshavinum afturfyri, at Russland fær makrel- og svartkjaftakvotu í føroysku sjógvi. Leysliga svarar virðið á hesum kvotunum til hvørt annað.
Myndin niðanfyri vísir samlaða vøruútflutningin hjá Føroyum, býtt á ávikavist Russland og onnur lond.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald