Klokkan 20 í kvøld verður stóra finalan í ársins útgávu av altjóða sangkappingini, Eurovision Song Contest, og tá verða nærum allir norðurlendsku luttakararnir eisini at síggja.
Í fyrru hálvfinaluni týskvøldið eydnaðist tað Noregi og Íslandi at koma víðari, meðan tað tíverri ikki gekk eins væl hjá Danmark. Hósdagin megnaðu so eisini Svøríki og Finnland at koma víðari.
Hoyr sangirnar her:
Ísland: Systur - Með Hækkandi Sól
Noreg: Subwoolfer – Give That Wolf A Banana
Finnland: The Rasmus – Jezebel
Svøríki: Cornelia Jakobs – Hold Me Closer
Ukraina, Svøríki og Stórabretland eru favorittar
Tilsamans 25 lond skulu kappast um 1. plássið í kvøld. Størsti favoritturin at vinna kappingina er Ukraina, men Svøríki og Stórabretland eu eisini stórir favorittar.
Seinast Ukraina vann var í 2016 (Jamala – 1944), og seinast Svøríki vann var árið fyri, í 2015 (Måns Zelmerlöw – Heroes). Vit skulu tó heilt aftur til 1997 fyri at finna seinastu ferð, Stórabretland fór av stað við sigrinum (Katrina and the Waves – Love Shine a Light).
Síðan fyrsta Eurovision varð hildið í 1956, hevur Stórabretland vunnið fimm ferðir, Ukraina hevur vunnið tvær ferðir, og Svøríki hevur vunnið seks ferðir – harav tvær ferðir seinastu tíggju árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald