Seinasta samdøgrið hava 619 við koronasmittuni latið lív í Spania, upplýsir spanska heilsumálaráðið í dag sambært Ritzau. Tað er eitt sindur fleiri enn undanfarna samdøgrið, har talið var 510.
Beint undir 17.000 fólk við koronasmittuni eru higartil deyð í Spania, har uml. 166.000 tilburðir eru skrásettir – tað næsthægsta talið á tilburðum í heiminum. Bert USA hevur fleiri tilburðir enn Spania.
Spania er eisini millum tey lond í heiminum, har flest fólk eru deyð orsakað av koronasmittuni. Bert USA og Italia hava fleiri andlát.
Sambært uppgerð hjá Johns Hopkins University, eru gott 1,8 mió. tilburðir skrásettir í heiminum. 109.312 eru higartil skrásett deyð av koronasmittuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald