Innanlands

Næstan 1,8 milliónir krónur savnaðar inn til Megd

Tað fer at koma nógvum føroyingum til góðar, at feløgini í Megd fáa eitt sindur meira at arbeiða við, segði ein takksom forkvinna, Ruth Thomsen

Óluva Zachariassen og Kári Sólstein (Skíggjamynd: Kvf)

Óluva Zachariassen og Kári Sólstein (Skíggjamynd: Kvf)

2025-05-25 21:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í kvøld var landsinnsavning fyri Megd. Tiltakið varð skipað sum ein sjónvarpssending, sum vit kenna tað frá øðrum innsavningum við vinningum og tónleikaframførslum.

Tá klokkan var níggju vóru 1.797.330 krónur savnaðar inn.

- Heilt fantastiska flott. Túsund takk, vóru orðini frá Ruth Thomsen, forkvinnu í Mged.

[object Object]Ruth Thomsen (Skíggjamynd: Kvf)

Hon nevndi eisini virði av teimum kunnandi innsløgunum sum vóru gjøgnum kvøldið.

- Tað eru nokk fleiri kring landið, sum ikki hava vitað tað stóra um hvat hesi ymisku feløgini hjá Megd gera og hvat tað snýr seg um. So eg vænti tað eru nógv, sum eru blivin klókari í kvøld, og tað er umráðandi.

Pengarnir verða býttir millum øll 24 limafeløgini í Megd.

- Og eg ivist slett ikki í, at tað fer at koma øgiliga nógvum føroyingum til góðar at feløgini fáa eitt sindur meira at arbeiða við, segði Ruth Thomsen.

Enn ber til at stuðla Megd og eisini at vera við í lutakastinum um ein Citroen E-C3 el-bil.

Tað verður gjørt við at ringja á telefon 905650. So stuðlar tú við 150 krónum og er við í lutakastinum um bilin. Freistin er á midnátt og vinnarin verður kunngjørdur í morgin fyrrapart.

Eisini ber til at gera eina bankaflyting á:

9181 - 777.333.3 (Betri banki)

6460 - 777.333.3 (Føroya Banki)

9865 - 737.373.7 (Norðoya Sparikassi)      

9870 - 310.295.6 (Suðuroyar Sparikassi)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder