Uttanlands

Næstan 4.000 deyð í USA seinasta samdøgrið

Fleiri enn 37.000 fólk við koronasmittuni eru nú deyð í USA, har fleiri enn 700.000 eru skrásett smittað

Talið á deyðum per 100.000 íbúgvar í New York City er 157,4 (Savnsmynd)

Talið á deyðum per 100.000 íbúgvar í New York City er 157,4 (Savnsmynd)

2020-04-18 09:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

3.953 eru skrásett deyð við koronasmittuni í USA seinasta samdøgrið. Tað vísur uppgerð hjá Johns Hopkins University.

Dagin fyri vórðu 2.257 andlát skrásett.

USA er tað landið í heiminum, sum er harðast rakt av koronasmittuni, tá hugsað verður um andlát og skrásettar smittutilburðir.

Samlaða talið á deyðum í USA er farið uppum 37.000, og talið á smittaðum er í løtuni 701.475 – ein vøkstur uppá meira enn 30.000 samanborið við fríggjamorgunin. Eisini verður roknað við einum høgum myrkatali, skrivar DR.

Higartil eru 59.434 skrásett frísk aftur.

New York City eru harðast rakti býurin í USA. Fleiri enn 13.200 eru deyð. Fríggjadagin var deyðstalið gott 11.500, og er talan sostatt um eina hækking á 15 prosent.

Talið á deyðum per 100.000 íbúgvar er tó ikki eins høgt í USA sum í Spania og Italia, sum eisini eru millum harðast raktu londini.

Talið í USA er 11,3, meðan talið í Spania og Italia eru ávikavíst 42,6 og 37,7. Í New York City er talið tó 157,4.

Uml. 3,6 mió. fólk eru vorðin kannað fyri koronasmittuna í USA.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder