Innanlands

Næstan 50 prosent koppsett tríggjar ferðir

Her er talan um íbúgvar yvir átjan ár - talið er beint undir 20.000 fólk. 92,9 prosent av teimum, ið eru yvir tólv ár í Føroyum, eru koppsett fyri koronu

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2022-01-25 12:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í løtuni er tilmæli so, at tey sum eru koppsett fyri koronu tríggjar ferðir, ikki skulu í sóttarhald hóast tey hava verið nærkontakt hjá smittaðum persóni.

Talið av teimum, sum hava fingið trý prik í Føroyum er 19.814, og tað er beint omanfyri 49 prosent av teimum, ið eru yvir 18 ár. 

Harvið fer talan skjótt at verða um meira enn helmingin av vaksnu íbúgvunum - í gjár, mánadagin 24.01, fingu 209 fólk triðja prikið.

Frá fyrsta februar skal eingin ið er koppsettur tvær ferðir ella meira í sóttarhald. 90 prosent av íbúgvunum yvir tólv ár, 40.803 fólk, hava fingið tvær koronukoppsetingar. Hetta vísur dagførda talið á korona.fo. 

Beint undir 93 prosent av teimum, sum eru yvir tólv ár - tað eru 41.661 fólk - eru koppsett. Trý fingu fyrsta prikið í gjár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder