Mentan

Myndir: Næstan fleiri føroyingar enn danir til staðar á X Factor finaluni

Um eina løtu byrjar stóra avbjóðingin í Brøndby. Tveir føroyingar móti einum dana í X Factor finaluni á TV2

Familjan hjá Tinu er komin fjølment at stuðla (Mynd: Sverri Egholm)

Familjan hjá Tinu er komin fjølment at stuðla (Mynd: Sverri Egholm)

2022-04-08 18:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er líka við, at tað eru fleiri føroyingar enn danir til staðar, tá stóra finalan í X Factor kappingini á danska TV2 fer í gongd um eina løtu.

Bólkarnir av føroyingum vóru stórir, sum bíðaðu uttan fyri verkstaðsbygningin í Priorparken í Brøndby at sleppa inn áðrenn showið fór í gongd.

Í fjepparaskaranum hjá Tinu sást omman, sum eisini kallast Tina, og tríggjar av systrum hennara, Oddbjørg, Jóna og Lív. Eisini danska omman, Inger Mellemgaard, sum býr í Herlev er til staðar.

Foreldrini hjá Tinu, Anna Sofía og Henrik Mellemgaard,  eru ikki her til henda stóra dagin. Tey fyrireika seg til ein annan stóran dag, nevniliga at sætta barn teirra skal koma til verðina.

Og í fjepparaskaranum hjá Kára úr Norðurjútlandi sóust bæði pápin, Janus Fossdalsá, og mamman, Oddvá Nesstein og eisini omman Sanna Davidsen, umframt stóri víkingahjálmurin í føroyskum litum, sum hevur sermerkt sendingarnar hesar seinastu vikurnar.

Nú eru bara fleiri hjálmar til staðar. Skeggprýddi víkingurin – pápi trummusláaran í orkestrinum hjá Kára – hevur havt úr at gera við at mála plastvíkingahjálmar í reyðum, bláum og hvítum, so at stórur partur av fjepparaskaranum nú rópar undir víkingahjálmi, herundir fitta dóttir Kára, Karin Sofía og systkinabarn hennara.

Sangirnir í kvøld

Tá showið byrjar klokkan 19 í kvøld, skulu teir tríggir luttakararnir fyrst syngja ein sasng, sum mentorar teirra hava valt. Mads Moldt skal syngja “See You Again” hjá Tyler, The Dreator. Tina skal syngja “Love on Top” hjá Beyoncé og Kári skal syngja !”Happy” hjá Pharrell Williams.

Síðan skulu tey syngja duettir saman við kendum donskum listafólkum.

Mads Moldt og Andreas Odbjerg skulu syngja “føler mig selv 100” og “Hjem fra Fabrikken”. Tina og Søs Fenger skulu syngja “Du Er” og “Den jeg Elsker, Elsker Jeg”. Og kári og Jonah Blacksmith skulu syngja “Daughter of Jonah” og “House on Fire”.

Allir tríggir luttakararnir hava innspælt ein sokallaðan vinnarasang, sum tey tvey, ið koma til endaligu avgerðina skulu syngja. Sangurin hjá Mads Moldt eitur “Clingy”. Tinusa eitur “Alting starter med en gnist” meðan sangurin hjá Kára eitur “Believer”.

X Factor verður sent á danska TV2. Kringvarp Føroya setir niður til finalushowið, tá Dagur & Vika eru liðug. Harvið er Gekkurin útsettur í kvøld. Tey, ið ikki síggja TV2 kunnu síggja byrjanini av kappingini á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder