Innanlands

Næstan heilt turt komandi dagarnar

Nøkur fá æl verða í dag og í morgin

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2019-03-06 13:28 Author image
Ari av Rana
placeholder

Veðurforsøgnin sigur frá meiri ella minni turrum veðri komandi tveir dagarnar. Tvey lítil æl verða, men annars er turt.

Í dag er frískur vindur til strúkur í vindi av landnyrðingi, millum 9 og 14 m/s. Um 19-tíðina verður eitt heilt lítið æl á 0,1 mm. Hitin sveiggjar millum 4 og 5 hitastig.

Í nátt verður aftur eitt lítið æl um 3-tíðina á 0,2 mm, men annars er turt heilt fram til leygardagin. Í morgin er hann frískur í vindi til strúkur í vindi av landnyrðingi fram til einaferð seinnapartin, millum 10 og 14 m/s. Seinnapartin minkar í vindinum niður í gul av norðuri, um 5 m/s. Hitin minkar niður í 2 hitastig.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder