
Næstovastin í russiska herflotanum, Mikhail Gudkov, er deyður í einum ukrainskum álopi í Kursk. Tað skrivar ukrainski miðilin NV.
Tað varð fyrst kunnað um álopið á eini hernaðarkanal á miðlinum Telegram, og er seinni váttað av tíðindastovuni Tass.
Næstovastin hjá herflotanum var staddur við eitt eftirlitsstað, tá hann varð raktur.
Sambært ukrainskum miðlum lótu eisini tíggju onnur hernaðarfólk lív í álopinum.
Gudnov varð útnevndur næstovasti í russiska flotanum í mars mánaði. Áðrenn tað var hann leiðari fyri 155. Brigadu Russlands.
Sambært Ukrainska Pravda hevur henda brigadan ábyrgdina av at fleiri ukrainskir krígsfangar eru tiknir av døgum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald