Innanlands

Nakað av órógvi í nátt

Løgreglan fann rúsevni á tveimum monnum, ið vóru ógvuliga ósamdir á skeinstaði í Tórshavn. Ein hundur og harður tónleikur hava eisini sett dám á arbeiði í nátt

2022-12-28 09:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Veðrið hevur ikki verið ringt, og tað hevur ikki verið eins nógv lív í náttarlívinum, sum 2. jóladag. Tó hevði løgreglan nøkur ting at takast við úti í gjárkvøldið og í nátt.

Á skeinkistaði í Tórshavn var komið til ilnar millum tveir mans, og mett varð at neyðugt var at ringja til løgregluna. Menninir vóru nærum farnir til hendurs, tá løgreglan kom á staðið. 

Eftir at ró kom á, vórðu teir ósamdu kannaðir, og tað vísti seg, at báðir høvdu rúsevni uppi á sær. Harvið hevði støðan við sær, at teir nú hava eina skuldseting omanyvir sær.

Aðrastaðni var ikki náttarfriður. Ein hundur stóð úti og goyði so illa, at grannarnir har boðaðu løgregluna frá - tað fekst ikki svøvnur. Løgreglan fekk fatur á eigaranum, ið hevði koyrt hundin út nakað frammanundan. Síðani var persónurin sovnaður. Eftir at hann varð vaktur, fekk eigarin skjótt sín hund inn.

Í høvuðsstaðnum órógvaði tónleikur eisini svøvnin hjá fólki. Í einum grannalagi var ampti av, at tað varð ov harður tónleikur spældur. Tey sum búðu í grannahúsinum ringdu á løgreglustøðina, so løtu seinni kom løgreglan á staðið og fekk syrgt fyri, at ljóðstyrkin fór niður. Eins og við hundinum stóðst einki veurligt mál burturúr hesum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder