Innanlands

Nakað av vindi í dag

Í morgin er sera lítið av vindi

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-01-10 12:22 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nógvur vindur er í morgun, og Landsverk hevur boðað frá hvirlum upp í 36 m/s. Sum líður út á kvøldið gerst meiri stilt og í morgin verður lítil og eingin vindur.

Í dag er hvassur vindur av útsynningi vestan, millum 14 og 17 m/s. í kvøld minkar hann í vindinum niður í frískan til strúkur í vindi av vestri, millum 8 og 13 m/s. Hitin millum 8 og 9 hitastig.

Í nátt og í morgin minkar hann nógv. Fram til í annaðkvøld er lot til andøvsgul av ymsum ættum, millum 3 og 7 m/s. um kvøldið veksur upp í frískan vind av suðri, millum 8 og 10 m/s. Fríggjakvøldið  er nakað av avfalli, millum 0,4 og 1,5 mm. Hitin alt døgnið millum 5 og 8 hitastig.

Rættað: 12:36

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder