
Tað hevur verið ringt veður í nátt, men tó ikki eins ringt, og undir seinasta stormi fyri nøkrum døgum síðani.
- Tað hjálpir nógv upp á tað, at fólk taka okkara ávaringar í álvara og tryggja leysar lutir kring teirra egnu hús. Hesaferð hevur onki verið av skaðum orsaka av leysum lutum, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.
Tað hevur verið ringt veður kring alt landið upplýsir hann. Higartil í morgun hevði løgreglan fingið eini tíggju boð um stormskaðar, har neyðugt var at heita á lokalu sløkki- og bjargingarliðini um at hjálpa til.
Mest tekjur og húsaklædningar, sum høvdu rivið.
Í Klaksvík var so nógvur vindur, at ein bingja var fokin í vindinum, men tíbetur gjørdi hon ongan skaða. Í bátahylinum við Borðoyarvík hevði ein bátur slitið, men tað eydnaðist at tryggja hann áðrenn stórur skaði stóðst av tíð.
Í Suðuroynni komu boð um ein húsaklædning, í Sandoynni og í Kollafirði um eina tekju, sum stóð til at ríva.
Tað er framvegis nógvur vindur. Landsverk ávarar um nógvan vind kring alt landið. Á Norðradalsskarði vísti vindmátarin í morgun 56 metrar um sekundið, og á Kambsdali vísti hann yvir 40 metrar um sekundið.
Sambært veðurvánunum fer vindurin at minka út á seinnapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald