Leiðararnir sum fakbólkur og sjálv leiðsluuppgávan má nógv betur fram í ljósið, nú námsfrøðiligi arbeiðsmarknaðurin annars er á breddanum. Tað halda tey í Leiðararáðnum hjá Føroya Pedagogfelag, sum júst hevur havt eykaaðalfund.
Leiðararáðið fýlist á, at leiðararnir og sjálv leiðsluuppgávan nærum ikki verða tikin upp á tungu í nógvu umrøðuni, sum er av truplu støðuni á námsfrøðiliga arbeiðsmarknaðinum.
Eitt nú sóknast tey eftir fleiri leiðsluamboðum at styrkja fakligheitina og fáa starvsfólk at trívast.
Í Leiðararáðnum vísa tey á, at leiðararnir á teimum námsfrøðiligu arbeiðsplássunum hava ógvuliga fá amboð at leiða og motivera starvsfólk við. Eitt nú halda tey, at tað átti at verið møguligt hjá leiðaranum á einum námsfrøðiligum arbeiðsplássi at samsýnt starvsfólki fyri serligar førleikar og fyri at taka sær av serligum uppgávum. Eisini ger vantandi stabilitetur á starvsfólkaøkinum tað trupult at leiða, tí so nógv orka fer til at loysa bráfeingis uppgávur og finna avloysarar.
Í februar legði Dagstovnaráðið fram sítt tilmæli ”Fyri barnsin besta”, og á eykaaðalfundinum greiddu Julianna Næs og Edda Hjartvardsdóttir, sum umboða Føroya Pedagogfelag í Dagstovnaráðnum, frá álitinum.
Arbeiðið hjá Dagstovnaráðnum bleiv róst á eykaaðalfundinum, men eisini í tí sambandinum bleiv tó staðfest, at tilmælið ikki ger stórvegis burtur úr leiðarunum og leiðsluuppgávuni.
Leiðaraskomm
Á eykaaðalfundinum, sum var hildin í Smæruni í Havn, var danski leiðsluráðgevin og rithøvundurin Elsebeth Hauge gestarøðari. Evnið var ”leiðaraskomm”, sum hon við støði í samrøðum við nógvar leiðarar á privatum og almennum arbeiðsplássum eisini hevur skrivað bók um.
Hennara kanningar staðfesta, at nógvir leiðarar ganga runt og skammast. Teir skammast um alt møguligt í sambandi við arbeiðið, og afturvendandi er skommin av ikki at røkka í gerandisdegnum.
Elsebeth Hauge bað eisini námsfrøðiligu leiðararnar í Smæruni koma við dømum, har teir skammaðust, eitt nú í støðum, tá teir ikki kendu seg røkka, og svarini trutu ikki.
Á eykaaðalfundinum blivu Arna Silvurstein og Eyð Skúvadal Johannesen nývaldar í Leiðararáðið, og Diana S. Mouritsen bleiv vald sum eykaumboð. Hini eru Mirjam Johannesen, Elisabeth Henriksen og Turið Horn. Nýggja leiðararáðið fer at skipa seg í næstum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald