Ein heilur dagur var settur av til ráðstevnuna, sum hevði til endamáls at varpa ljós á týdningin av námsvísindaligari gransking í Føroyum, hvussu granskingin skal mennast, og hvørjar framtíðar visiónir eru á økinum.
Til granskingardagin vóru sjey framløgur frá granskarum á Námsvísindadeildini. Eitt yvirlit sæst niðast í greinini her.
Umframt sjálvar framløgurnar av hesum granskingarverkætlaninum, var pallborðskjak á skránni við viðkomandi áhuga- og samstarvspørtum, ið á ymsan hátt varða av økinum politiskt og fakfelagsliga, og tá tað ræður um miðling og menning av frálærutilfari.
Við pallborðið sótu: Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini, Høgni Warberg, fulltrúi í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Eyðun Gaard, stjóri á Námi, Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag og Tórhallur við Gil, næstformaður í Føroya Lærarafelag.
Brynhild Thomsen, miðla- og samskiftisfólk á Setrinum, var orðstýrari til tiltakið og setti eisini sjálv spurningar til fólkini við pallborðið, sum viðgjørdu evnið “Visjónir fyri námsfrøðiliga gransking”.
![]()
Pallborðið
Millum annað bleiv spurt, hvørji granskingarevni pallborðsluttakararnir mettu verða átrokandi, sæð úr teirra sjónarhorni.
Millum svarini vóru m.a.: Flokslæraraleikluturin (Lærarafelagið), Skúlaaftran (Nám), Føroyskt- og støddfrøðiundirvísing (Námsvísindadeildin), Tøkni – møguleikar (og vansar) (BÚMR), Forskúlar – er tað gott ella ei (Pedagogfelagið).
Allir pallborðsluttakarar vístu á, at námsvísindalig gransking er sera týdningarmikil, og at tað er ynskiligt, at vit fáa meiri innlit í føroysk viðurskifti á námsvísindaliga økinum.
Ingi Højsted, sum er granskingarleiðari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, sigur, at ætlanin er, at Námsvísindaligi granskingardagurin framyvir skal vera eitt árligt og afturvendandi tiltak, sum Námsvísindadeildin fer at skipa fyri.
Fróðskaparsetur Føroya takkar øllum, sum tóku lut á granskingardegnum, fyri íkast og áhuga
Fróðskaparsetur Føroya![]()
Fleiri myndir á setur.fo
Framløgurnar í ár vóru hesar:
- Skiftið hjá barninum frá dagstovni í skúla og frítíðarskúla - Sonja Olsen, námslektari.
- Ráðandi miðlasamskiftið um dagstovnar, og hvussu tað ávirkar
námsfrøðingalesandi - Annika Antoniussen, námslektari og útbúgvingarleiðari, og Sigrid Vesturgarð, námslektari. - Teldur til øll - hvat hendir? - Ingi Heinesen Højsted, adjunktur og granskingarleiðari.
- Hugtakið “tað føroyska” í tónleikaundirvísingini" - Knút Háberg Eysturstein, ph.d.-lesandi.
- Hví ein inkluderandi skúla? - Frida Poulsen, ph.d.-lesandi.
- Undirvísingarligar og tøkniligar avbjóðingar við fjarundirvísing - Erla Olsen, dekanur og lektari.
- Hvat vita vit um tey, ið velja at lesa til lærara í Føroyum? - Hans Harryson, námslektari og útbúgvingarleiðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald