Innanlands

Námsvísindaligur granskingardagur fríggjadagin

Høvuðsevnini í ár verða skúlaaftran og -frávera, trivnaður og læring

2026-04-22 16:09 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Árligi námsvísindaligi granskingardagurin á Fróðskaparsetri Føroya verður í auluni á Frælsinum 20 fríggjadagin frá klokkan 13 til 16

Í ár verða høvuðsevnini skúlaaftran/skúlafrávera, trivnaður og læring.

Granskarar á Námsvísindadeildini fara at hava framløgur, har ymisk nýggj granskingarúrslit verða løgd fram, og eisini verður orðaskifti um skúlaaftran og skúlafráveru.

Luttakarar í orðaskiftinum verða Pætur Zachariassen, sum er ph.d.-lesandi í skúlafráveru, Eyðna Magnussen, skúlastjóri í Eysturskúlanum, og Dorthea Højgaard Dam, trivnaðarstjóri í Vága kommunu.

Tiltakið er alment. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder