2019-01-22 16:14
Nánd hevur keypt ein buss til nýggju serflutningsskipanina, sum Nánd bjóðar borgarum í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu.
Talan er um eitt tilboð til borgarar, har Nánd kann skipa fyri serflutningi til rørslutarnað fólk, ið eru so tarnað, at tey ikki kunnu nýta almenn flutningstól. Skipanin fevnir tó ikki um sjúkraflutning, skrivar Eysturkommuna.
Dømi um tey, sum hava tørv á serflutningi, eru fólk sum, sita í koyristóli ella nýta líknandi hjálpitól; vegna likamligt brek støðugt hava brúk fyri hjálp; sum eru blind; ella í avmarkaða tíð, vegna sjúku ella skaða, hava henda tørv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald