Seinastu trý árini hava Sanna Klein og Sanna Andrassdóttir Dahl verið í ritstjórnini í Varðanum saman við Rakel Helmsdal. Nú fara tær báðar fyrstnevndu úr - í teirra stað koma Nansý Sunadóttir og Sámal Soll. Nýggja ritstjórnin ætlar at halda fram eftir nøkulunda sama leisti, sum undanfarna ritstjórn hevur arbeitt eftir seinastu trý árini.
Hesum boðar Ritsjórnin Varðin frá í tíðindaskrivi.
- Sum einasta mentanarrit í Føroyum er tað týdningarmikið, at Varðin endurspeglar lista- og mentanarumhvørvið í Føroyum so breitt sum gjørligt og at allar listagreinar kenna seg umboðarar. Harumframt skal Varðin rúma bæði royndum høvundum og debutantum.
Tað liggur hesi ritstjórnini, eins og undanfarnu, nær, at debutantar hava ein pall í Varðanum. Tá ein høvundur byrjar at vilja lata umheimin síggja tekstir sínar, er tað oftast eitt ov stórt stig at hava ein heila bók klára og fara til eitt forlag. Fær debutanturin noktandi svar longu tá, er kjansur fyri, at hann gevur skarvin yvir beinanvegin. Hevur hann latið tekstir á prent í tíðarrit áðrenn, hevur hann longu roynt seg og er betur brynjaður.
Tað er møguligt at lata tilfar til Varðan - yrkingar, stuttsøgur, annað nýskrivað tilfar; ella ymisk ummæli og týðingar. Frestin at senda nýtt tilfar hesu ferð er 3.1 mai.
Miðilin boðar frá, at miðað verður eisini eftir at hava eina javnvág ímillum mentanargreinar, ummæli og skaldsligar tekstir.
Ritstjórarnir
Tað er avgjørt ein styrki, at ritstjórarnir hava ymiskar bakgrundir í ritstjórnini, og mett verður at soleiði ser nú.
Nansý Sunadóttir er útbúgvin BA í føroyskum máli og bókmentum. Hon starvast dagliga í Gamla Bókhandli. Harumframt yrkir hon, og onkur yrking hevur staðið í Varðanum.
Sámal Soll undirvísir í føroyskum og enskum á Glasi og hevur skrivað tvær bøkur við stuttsøgum, umframt ein hóp av søgum til børn.
Rakel Helmsdal er yrkislistafólk og hevur millum annað. skrivað 25 bøkur til ymiskar aldursbólkar. Hon fæst eisini við myndlist og figurteatur og undirvísir í skriving.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald