2018-06-25 14:21
Nú eru næstan 6 kilometrar sprongdir av Eysturoyartunnlinum. P/F Eystur- og Sandoyartunlar skrivar á Facebooksíðuni, at tilsaman vóru 117 metrar sprongdir í seinastu viku, og at alt tilsaman eru nú 59.27 metrar av 11.250 metrum sprongdir í Eysturoyartunlinum.
Í seinastu viku vórðu 57 metrar sprongdir á Hvítanesi. Har eru tilsamans 2.864 metrar sprongdir. Frá rundkoyringini móti Hvítanesi vórðu sprongdir 28 metrar. Har eru tilsamans 815 metrar sprongdir, meðan móti Rókini vórðu sprongdir 32 metrar, har tilsamans eru sprongdar 623 metrar.
Gongdin sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald