Innanlands

NASA-átak fyri at fremja náttúruvísindi og tøkni í Føroyum

Himmalin er ikki markið fyri, hvat ber til, segði Andrew J. Feustel, NASA-astronautur millum annað til framløgurnar á Glasi og í Løkshøll

Hans Pauli Joensen, dekanur á Fróðskaparsetrinum, Andrew J. Feustel, NASA-astronautur, og Jari í Hjøllum, ph.d. og útbúgvingarleiðari á Náttúruvísindadeildini á Setrinum (Mynd: setur.fo)

Hans Pauli Joensen, dekanur á Fróðskaparsetrinum, Andrew J. Feustel, NASA-astronautur, og Jari í Hjøllum, ph.d. og útbúgvingarleiðari á Náttúruvísindadeildini á Setrinum (Mynd: setur.fo)

2023-05-16 20:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í síðstu viku vóru rúmdargransking og rúmdarferðir á breddanum, tá NASA kom á vitjan í Føroyum. Fyri Náttúruvísindadeildina á Setrinum var tað frálíkt høvi til at kveikja áhugan fyri hægri náttúruvísindaligum og tøkniligum útbúgvingum.

Tey mongu ungu, sum í síðstu viku sóu framløguna hjá Andrew J. Feustel, NASA-astronauti, og prátaðu við hann bæði á Fróðskaparsetrinum, á Glasir og í Løkshøll í Runavík, fingu at vita, at "himmalin er ikki markið" fyri, hvat ber til. 

NASA-astronauturin legði dent á, at spennandi arbeiðið við rúmdartøkni og rúmdarferðum bæði krevur fólk, sum duga væl til hendurnar, og fólk, sum hava aðrar hægri universitetsútbúgvingar.

- Nú næmingarnir her skulu taka avgerð um framtíðar lestrarleiðina, hevur tað týdning at greiða teimum frá tí týdninginum, sum ikki bara tekniskir førleikar hava, men eisini hægri náttúruvísindaligar útbúgvingar og sokallaðu STEM-fakini, segði Feustel við Dag og Viku.

Fleiri av næmingunum søgdu seg hava fingið góðan íblástur og onkur eisini vissu um, at ein útbúgving í astro-fysikki var tað rætta fyri seg.

Tørvur á verkfrøðingum og náttúruvísindafólki

Hans Pauli Joensen, dekanur á Náttúruvísindadeildini, bjóðaði vælkomin á tiltøkinum í Kongshøll og á Glasir. Hann legði somuleiðis dent á tann ovurstóra tørv, sum er á góðum verkfrøðingum og fólki við hægri náttúruvísindaligum útbúgvingum. Eisini nýtti hann høvi til at siga eitt sindur um tær útbúgvingarnar, sum Setrið hevur til tey ungu, sum kanska vilja tann vegin.

- Í summar kunnu tit søkja um lestrarpláss á Náttúruvísindadeildini til bachelor í KT-verkfrøði ella verkfrøði, har lesandi velja millum Maskinfrøði, Byggi-, Orku- ella El-verkfrøði, umframt at ein kann lesa master í Dátuvísindum ella taka diplomútbúgving í Web-menning, sum kann takast sum parttíðarlestur

Næsta ár verður aftur upptøka á bachelor í lívfrøði og mýlalívsvísingum á Náttúruvísindadeildini, har tær útbúgvingarnar verða bodnar út annaðhvørt ár.

[object Object]

[object Object]Hans Pauli Joensen, dekanur (Myndir: Fróðskaparsetur Føroya)

Men hesar dagarnar snúði tað seg um rúmdina og ta gransking, sum verður gjørd í tí sambandinum, og tað legði Hans Pauli Joensen sjálvandi dent á.

- Rúmdargransking byggir grundleggjandi á neyvt samstarv millum verkfrøðingar og náttúruvísindafólk. Sum tit vita, sveimar ein røð av satelittum kring Jørðina, sum geva vitan um mong viðurskifti á Jørðini, t.d. veðrið, og sum eitt nú gera tað møguligt at fáa internetsamband til fjarskotin pláss á Jørðini. Hetta hevði ikki borið til uttan góðar verkfrøðingar og góð náttúruvísindafólk, segði Hans Pauli

Aftaná komu teir báðar føroysku granskararnar, sum vóru við Andrew J. Feustel á NASA-tiltakinum, Una Árting frá Jarðfeingi og David Arge Klevang Pedersen frá DTU Space.

[object Object]
Uni Árting leggur fram 

[object Object]
Og David Arge Klevang Pedersen (Myndir: setur.fo)

Til ber at síggja fleiri myndir og lesa meira á setur.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder