Undir heitinum, “Sikta eftir stjørnunum”, letur Fróðskaparsetur Føroya hósdagin 11. mai klokkan 15 dyrnar upp í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn fyri trimum serstakliga spennandi granskarum.
Náttúruvísindadeildin á Setrinum fær nevniliga vitjan av roynda NASA-astronautinum, Andrew J. Feustel, Davidi Arge Klevang Pedersen frá DTU Space og Una Árting frá Jarðfeingi, sum eisini undirvísir á Nátturuvísindadeildini.
Allir arbeiða teir við rúmdargransking hvør á sín hátt, og hendan dagin setir Setrið rúmdarvísindi á skránna.
Andrew J. Feustel er NASA-astronautur, geo-fysikari og serfrøðingur í seismologiskum viðurskiftum. Í tilsamans 226 samdøgur hevur hann verið í rúmdini á trimum rúmdarferðum.
Andrew J. Feustel avmyndaður eftir triðju rúmdarferð sína í 2018 (Mynd: EPA)
Eisini hevur Andrew sjálvur verið á níggju sonevndum rúmdargongum. Á fyrstu ferð síni, sum var í 2009 við Atlantis, har manningin umvældi og dagførdi Hubble-teleskopið, arbeiddi Andrew í tilsamans 20 tímar og 58 minuttir uttan fyri rúmdarfarið í trimum umførum. Í 2011 var hann við á seinastu ferðini hjá Endavour, har hansara leiklutur var at standa á odda fyri rúmdargongunum. Tá arbeiddi hann í 21 tímar og 20 minuttir uttanfyri. Í 2018 var Andrew kommandørur á altjóða rúmdarstøðini, ISS, har hann somuleiðis var á trimum rúmdargongum, so hann hevur tilsamans arbeitt í 61 tímar og 48 minuttir í opnari rúmd.
Í 2000 útvaldi NASA Andrew J. Feustel sum astronaut, og hann var virkandi leiðari hjá astronauta-liðinum hjá NASA til februar í ár. Í frítíðini spælir hann gittar, stendur á skíð og hevur stóran alsk til ellisakfør og rasarakoyring. Kona hansara, Indira Feustel, verður við honum á ferðini til Føroya.
David Arge Klevang Pedersen
David Arge Klevang Pedersen er føroyski serfrøðingurin í rúmdartøkni á DTU Space. Hann kom av álvara fram í altjóða ljós, tá NASA setti Perserverance Rover á mars, tí hann var við til at menna myndatólið, sum filmar á mars, og sum hann síðani hevur verið við til at stýra av jørðini. David tók ph.d.-prógv í 2016 við ritgerð síni, “High Accuracy Tracking of Space Borne Non-Cooperative Targets”, og arbeiddi eisini saman við NASA í sambandi við rúmdarfarið, Juno, sum varð sent til jupiter.
Uni Árting
Uni Árting er Cand.Scient og arbeiðir hjá Jarðfeingi, umframt at undirvísa á Náttúruvísindadeildini á Setrinum. Hann er limur í Mars 2020 Science Team (Perserverance) hjá NASA, og partur av RIMFAX-toyminum, sum arbeiðir við geo-radartólinum á Perserverance. Eisini er Uni partur av AMASE-toyminum (Arctic Mars Analog Svalbard Expeditions), sum hevur arbeitt við Mars-analogari gransking í sambandi við fleiri missiónir hjá bæði amerikanska rúmdarstovninum, NASA, og tí europeiska, ESA.
Á almenna tiltakinum í Kongshøll fara teir tríggir at greiða frá um rúmdargranskingina og -tøknina, og fólk fáa eisini høvi til at seta spurningar. Tiltakið verður lutvíst á enskum máli og føroyskum.
Framløgan hjá Una Árting hevur heitið “Basaltið í Føroyum loysir gátur á mars”.
Reyða gongustjørnan, mars, hevur í fleiri ár verið pallur fyri framkomna tøkniliga menning, men sanniliga eisini fyri jarðfrøðiliga gransking.
Føroyar hava seinastu árini verið partur av menningararbeiðinum við at skilja jarðfrøðina á mars. Síðani 2014 hava granskarar arbeitt við at kalibrera tól fyri betra um dátugóðsku og annað í sambandi við hetta arbeiði, og Jarðfeingi hevur verið partur av hesum.
Men hvat er tað, ið ger, at Føroyar verða nýttar í arbeiðinum at granska mars? Hvat er tað, sum er eins við jarðfrøðini á mars og í Føroyum? Hvussu byrjaði hetta arbeiðið, og hvussu gera vit í dag í framtíðini?
Framløgan hjá David Arge Klevang Pedersen, ph.d., DTU Space hevur heitið “Rúmdarrannsóknir við robottum á mars”.
Í næstan 60 ár hevur grannaplanet okkara, mars, verið undir rannsóknarluppi. Eirindaleysa umhvørvið í rúmdini og tær sera krevjandi umstøðurnar hava havt við sær, at bara umleið helvtin av mars-missiónunum hava rokkið sínum endamáli.
Hvat er tað, sum dregur okkum til at rannsaka mars, og hvørjar vísindaligar spurningar vilja vit hava svaraðar? Hvussu megna vit at loysa og lyfta tøkniligu avbjóðingarnar, og hvat liggur fyri framman, tá tað ræður um mars-rannsóknir?
Framløgan hjá Andrew J. Feustel hevur heitið ”Til mánan, mars og víðari: Næstu fetini í rúmdarrannsóknum”
Nasa-astronauturin, Andrew “Drew” Feustel, sum hevur verið á trimum rúmdarferðum og níggju rúmdargongum, gevur okkum einastandandi innlit í fortíð, nútíð og framtið, tá tað ræður um mannaðar rúmdarferðir.
Eftir framlgurnar er høvi hjá áhoyrarum at seta spurningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald