Naser Khader er ikki ókendur maður hvørki her heima ella í Danmark. Hann bleiv landskendur í Føroyum, tá ið hann lat seg í føroysk klæðir til eina grýluveitslu; fyri fá var hetta skemt, men fyri mongum var hetta ein djúp provokatión.
Tilætla ella ikki; brennidepilin er partur av tilverðu Naser Khaders. Verði tað seg av politiskum, persónligum ella átrúnaðarligum áðum.
Naser Khader er uppvaksin sum muslimur, men hevur vent tí islam bakið, og lesur nú gudfrøði, og talar opið um at muslimar eiga at venda við til kristindómur, og at samfeløg eiga at innrætta seg eftir.
Khader vitjar í Føroyum í næstu viku, har hann hevur tríggjar fyrilestrar.
Í fyrsta fyrilestrinum, sum verður í Vesturkirkjuni týskvøldið kl 19.30, greiðir Naser Khader frá síni trúarferð og trúarkreppu, sum hevur vart í 20-30 ár. Um hví hann er vorðin so eldhugaður um kristna Gud og kristna boðskapin.
Kvøldið eftir kl. 19.30 vitjar hann Løkshøll í Runavík, har hann kemur at greiða frá, hví islam ikki kann integrerast í Vesturheiminum.
Seinasti fyrilesturin hjá Naser Khader verður á Hotel Føroyum hóskvøldið kl. 19.30.
Hann fer í hesum fyrilestri, at greiða frá støðuni í Miðeystri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald