Í dag fyllir atlantiska verjusamgongan, Nato, 75 ár, og tað verður markerað við hátíðarhaldi í høvuðsborgini í Brússel í dag.
Atlantssáttmálin varð undirskrivaður 4. apríl 1949 í Washington. 12 lond vóru við frá byrjan av, teirra millum Danmark, og harvið gjørdust Føroyar eisini partur av Nato.
Síðan er talið av limalondum vaksið upp í 32.
Nýggjastu limalondini eru Svøríki og Finnland, sum eru góðkend sum limir hesi seinastu árini, sum beinleiðis avleiðing av, at Russland í 2022 leyp á Ukraina, og óttanum fyri russiskari innrás í fleiri londum.
Eftir at Nato hevur virkað fleiri staðni í heiminum, er verjufelagsskapurin nú aftur farin meira til at arbeiða við at verja seg sjálvan, vísir danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen á í samrøðu við Ritzau. Nú snýr tað seg í størri mun at verja seg móti hóttanum so sum koma umvegis internetið, samskiftið og sokallað hybridkríggj, har endamálið er at skapa ótryggleika.
Tey 32 limalondini í Nato standa fyri tilsamans helmingin av heimsins hernaðarstyrki og búskapi, men hóast hetta, so eru Nato-londini ikki før fyri at veita lóður í somu mongd, sum Russland kann.
Sambært ukrainska verjuovastanum, Oleksandr Syrskyj, ræður Russland fyri yvir seks ferðir so nógvari vápnamegi sum Ukraina á hermótinum.
Tey 32 limalondini í Nato eru: Albania, Belgia, Bulgaria, Danmark, Estland, Finnland, Frakland, Grikkaland, Ísland, Italia, Kanada, Kroatia, Lettland, Litava, Luksemburg, Montenegro, Niðurlond, Norðurmakedonia, Noreg, Poland, Portugal, Rumenia, Slovakia, Slovenia, Spania, Stórabretland, Svøríki, Tjekkia, Týskland, Turkaland, Ungarn og USA.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald