Innanlands

Náttarvaktur á Hafnia álopin

Tá maður varð vaktur í móttøkuni, varð náttarvakturin álopin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-03-23 10:43 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í nátt var løgreglan biðin um at koma á Hotel Hafnia. Ein maður var sovnaður í móttøkuni, og tá náttarvakturin vakti mannin, gjørdist hann illur. 

Vakthavandi á løgreglustøðini greiðir frá, at maðurin leyp á náttarvaktin og sló eftir honum. Og løgreglan varð biðin um at koma náttarvaktinum til hjálpar. 

Men tá løgreglan kom á gistingarhúsið var maðurin rýmdur. Vakthavandi greiðir frá, at maðurin ikki var gestur á hotellinum og at løgreglan ikki kennir samleikan hjá manninum. Men hon sigur, at hendingin varð upptikin av vakmyndatóli, og at maðurin tí helst verður funnin. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder