
Hóast veðrið hevur órógvað skránna, hevur Summar Festivalurin í Klaksvík sum heild gingið friðarliga fyri seg higartil, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Sí eisini: Myndir: Fríggjakvøld á Summarfestivalinum
Tey hava higartil einki mál skrásett í sambandi við festivalin, og í restini av landinum hevur eisini verið øgiliga friðarligt í náttarlívinum.
Har hava tó verið nakrar illstøður, har løgreglan mátti leggja seg uppí, og eisini mátti løgreglan hjálpa vaktunum við at fáa fólk úr Tjaldinum, har fleiri av stóru konsertunum vórðu fluttar vegna veður.
Í Tjaldinum vóru bara pláss fyri 5.000 fólkum, og tí vóru nógv, sum vórðu vend í hurðini í nátt.
Les eisini: Vend í hurðini í Tjaldinum
Les eisini: Royna at fáa Dynamit á pallin í kvøld
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald