Innanlands

Náttúran er okkara vørumerki – og tað ansar mann eftir

Pláss er fyri nógv fleiri ferðafólkum afturat

Poul Michelsen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Poul Michelsen (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-02-07 16:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Náttúran er grundarlagið undir vaksandi og blómandi ferðavinnuni í Føroyum. Náttúran er okkara vørumerki, og eitt vørumerki ansar mann væl eftir.

Nakað soleiðis segði Poul Michelsen, landsstýrismaður við vinnumálum, tá hann í morgun setti ráðstevnuna um ferðavinnu, sum Visit Faroe Islands skipaði fyri.

Hann fegnaðist um, at ferðafólkavinnan gongur væl í Føroyum og rósti Visit Faroe Islands fyri væl eydnaða marknaðarføring, sum eisini hevur gagna øðrum vinnum í Føroyum, eitt nú matstovuvinnuni, sniðgeving, tónleik og mentan annars.

[object Object]
Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands (Mynd: Jens Kr. Vang)

Enn er ikki heilt greitt, um málini, sum vórðu sett fyri ferðavinnuna í 2013 eru ella verða nádd – til tess eru vit ov illa stødd við hagtølum, vísti Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands á.

Hon nýtti høvi til enn einaferð at gera vart við, at vit hava ikki nógv ferðafólk í Føroyum, um hugsað verður um onnur ferðamál, eitt nú Bornholm við 650.000 ferðafólkum og Gotland við 900.000 ferðafólkum árliga.

Í Føroyum eru eini 120.000 ferðafólk árliga, segði Guðrið Højgaard.

Talan er um eina meting. Vit vita, at talið av ferðandi um flogvøllin er 400.000, men tey verða skrásett bæði við fráferð og komu, tað vil siga at talið á fólkum er 200.000. Av hesum verða millum 50.000 og 70.000 at vera ferðafólk – turistar. Hartil skal leggjast 50.000 fólk, sum koma sjóvegis til Føroya við Norrønu og krússkipum – hetta gevur tilsamans 120.000 ferðafólk, og pláss er fyri nógv fleiri, vísti Guðrið Højgaard á.

Tí pláss er á hotellunum. Í løtuni er tó væl bookað í háárstíðini, men fleiri hotell eru á veg, og um tey vitjandi verða spjadd meira út á árið, er ríkiligt pláss fyri nógvum afturat.

Hagstovan telur bara gistingarhús og staðfestir, at talið á gistingum nú er komið upp á 151.000. Hertil skal leggjast tey ”óskrásettu”, sum gista umvegis AirB&B.

- Vit kenna ikki talið á hesum, men vit vita, at tað er stórt, serliga í háárstíðini, tá fult er á hotellunum, so eg rokni við at veruliga talið er 200.000 og so hava vit longu nátt málinum, sum vit settu í 2013, vísti Gurið Højgaard á. 

Les eisini: Ferðavinnan skal preservolusjónerast

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder