
Sløkkiliðsfólk stríðast í løtuni við at basa náttúrueldunum á tveimum grikskum oyggjum.
Talan er um oyggjarnar Chios og Kreta.
Á Chios, sum hevur umleið 50.000 íbúgvar, eru íbúgvar úr fleiri bygdum fluttir burtur.
Hetta er annar dagur á rað, at sløkkiliðsfólk stríðast við eldinum á Chios, og síðan í nátt hava sløkkiliðsfólk eisini strídst á Kreta, sum hevur umleið 625.000 íbúgvar.
Sambært Reuters eru umleið 190 sløkkiliðsfólk sett inn á Chios, og fáa tey hjálp frá seks flogførum og tyrlum. Á Kreta eru 50 sløkkiliðsfólk sett inn.
Nógvi vindurin ger arbeiðið torført hjá sløkkiliðnum, og eldurin hevur eisini havt við sær fleiri streymslit.
Seinastu árini hava grikskir myndugleikar brúkt fleiri hundrað milliónir evrur til at veita borgarum endurgjald fyri skaðar í sambandi við náttúrueldar, umframt nýggja útgerð til sløkkiliðini. Í ár hava myndugleikarnir eisini sett metnógv sløkkiliðsfólk at basa eldunum, sum væntast at raka Grikkaland í summar.
(Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald