Innanlands

Náttúrumargfeldislógin løgd fyri tingið

- Náttúran skal hava ta virðing og vernd, sum hon hevur brúk fyri, sigur landsstýriskvinnan

2019-03-08 19:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sirið Stenberg landsstýriskvinna við umhvørvismálum hevur lagt fram uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av margfeldinum í náttúruni fyri tingið.

- Nú fáa vit endiliga møguleikan at geva føroysku náttúruni ta virðing og vernd, sum hon hevur brúk fyri. Við lógaruppskotinum fáa vit dagførda lóggávu, sum setur greiðar lógarkarmar fyri, hvussu vit umsita og røkja ta føroysku náttúruna við øllum hennara margfeldi.

- Ábyrgdin at verja margfeldið í náttúruni liggur hjá okkum øllum. Tí verður arbeiðið at verja margfeldið ein felags ábyrgd tvørtur um geirar. Henda ábyrgdin sæst aftur í lógini, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í viðmerking

Endamálið við lógini er at ansa eftir margfeldinum í náttúruni við burðardyggum brúki og vernd, soleiðis at  náttúran bæði nú og í framtíðini kann vera grundarlag undir virksemi, mentan, heilsu og trivnaði hjá Føroya fólki.

Náttúrumargfeldislógin kemur í staðin fyri partar av náttúrufriðingarlógini frá 1970, men fevnir tó munandi víðari og brýtur í stóran mun upp úr nýggjum.

Lógaruppskotið leggur upp fyri, at náttúran er broytilig, og at tað krevur ymisk amboð at røkka endamálinum at røkja tað lívfrøðiliga, jarðfrøðiliga og landslagsliga margfeldið í tí føroysku náttúruni.

Uppskotið útvegar tí fleiri nýggj og meira fjøltáttað amboð til at røkka málinum, sum fevna um alt frá strangari vernd til almenn krøv um burðardygt brúk.

Felags mið og meginreglur
Tað er umráðandi, at almennir myndugleikar, sum útinna myndugleika og taka avgerðir, sum ávirka náttúrumargfeldi, draga eina línu. Tí er uppskotið til náttúrumargfeldislóg fyri ein part tvørgangandi.

Í lógaruppskotinum eru ásett nøkur yvirskipað fyrisitingarmið, sum nágreina, hvørjum ið miðast skal eftir, tá ið fyrilit verður havt fyri ávikavist náttúrusløgum og dýra- og plantusløgum.

Somuleiðis verður álagt almennum myndugleikum at hava nakrar umhvørvisrættarligar meginreglur fyri burðardyggum brúki og vernd sum leiðreglur, tá ið teir eftir egnum lógarverki útinna myndugleika og taka avgerðir, sum ávirka náttúrumargfeldi.

Eisini ásetur uppskotið felags reglur fyri veiðu og heysting og felags reglur um fremmandar lívverur.

Tað verður Umhvørvisstovan, sum fer at umsita náttúrumargfeldislógina, og í tí sambandi er stovnurin styrktur við neyðugum fakligum førleikum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder