Orðaskifti um uppskot til løgtingslóg um fosturtøku byrjaði um 15-tíðina, og nú yvir seks tímar síðani sjabbast løgtingsliminir framvegis. Nógv hava verið á tingsins røðarapalli fleiri ferðir.
Talan er sjálvandi um eitt mál, ið vekir eymar kenslur - á báðum síðum - og tað merkist. Eins og tað merkist, at klokkan er vorðin nakað nógv: Tað verður tikið nógv upp í saman, tað er styttri ímillum "spísku skotini eftir hvørjum øðrum" og tað tykiskt á ongan hátt tættari millum tey, sum eru fyri og ímóti.
Nakrar orðingar eru hvassar, og tað verða eisini kastaðar atfinningar móti tinglimum og flokkum sum heild.
Fleiri, sum eru fyri vísa á, at tey sum eru ímóti og tosa so nógv um heldur at "betra um umstøðurnar hjá kvinnuni og familjum" ongar ítøkiligar loysnir koma við og "hava sitið á hondunum leingi". Hetta sjónarmiðið hava serliga Bjarni Kárason Petersen og Ingilín Didriksen Strøm havt frammi ofta.
Fyri løtu síðani skeyt Annika Olsen eftir Fólkaflokkinum, tí limirnir í A hava havt lyndi til at finnast at politsku flytingina hjá Javnaðarflokkinum, nú Súsanna Bertholdsen er komin í tingið, fyrst og fremst fyri at royna at atkvøða hetta málið ígjøgnum.
Sí eisini:
Henrik Old: Hetta uppskotið er langt frá javnaðarhugsjónini
Jóannes Eidesgaard: - Vantandi viðing fyri samansetingini í parlamentinum
Um somu tíð í 2021 fóru tvey landsstýrisfólk hjá Fólkaflokkinum - Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og Jacob Vestergaard - úr tinginum fyri at forða málinum um sammóður at fara ígjønum. Hetta miseydnaðist, serliga takkað verið Anniku Olsen, og núverandi Tjóðveldiskvinnan skýrdi tað fyri løtu síðani "hýklarí" (hykl), at tey hjá Fólkaflokkinum í dag finnast at Javnaðarflokkinum. Høgni Hoydal hevði eisini tað á munni.
![]()
Annika Olsen vendi av álvara revolvaranum móti sínum gamla flokki (Mynd: Sverri Egholm)
Hinvegin hava tinglimir hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum víst á, at Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal og onnur fyri fýra árum síðani veruliga høvdu peikifingurin frammi - og nú verður nakað líknandi gjørt fyri at bjarga málinum.
Eisini siga fleiri, ið eru ímóti, at hetta er "misskilt frælsi", og róð verður framundir at Djóni Nolsøe Joensen ikki tordi at verða í løgtinginum og atkvøða. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hevur eisini hvassliga funnist at Karlot Hergeirsson, uppskotsstillara hjá Framsókn - júst fyri at "misskilja frælsi", og at brúka vendingina "kvinnan er klók" so ofta og á ein niðrandi hátt.
Jaspur Langgaard úr Sambandsflokkinum hevði eina rættiliga ógvusliga samanbering, tá hann tosaði um tað at fara at fremja fosturtøku framyvir kanska verður "sum at bíleggja túr til frisør" ella at "orðna negl".
Til ber at fylgja orðaskiftinum á logting.fo
Meira seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald