Uttanlands

Navi Pillay fær Nobels friðarvirðisløn

Suðurafrikanski løgfrøðingurin Navi Pillay, fyrrverandi sendiharri hjá ST fyri mannarættindi, fær Nobels friðarvirðisløn í ár.

Navi Pillay (Mynd: EPA/Martial Trezzini)

Navi Pillay (Mynd: EPA/Martial Trezzini)

2026-10-09 10:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Navi Pillay fær friðarvirðisløn Nobels fyri 2026.

Tað varð kunngjørt á einum tíðindafundi á Nobelinstituttinum í Oslo í dag.

Navi Pillay er fyrrverandi dómari í Altjóða revsirættinum, ICC. Hon hevur eisini verið formaður í eini óheftari kanningarnevnd, sum Mannarættindaráðið hjá ST setti í 2021. Nevndin skuldi kanna brot á mannarættindini og kríggslógirnar í Ísrael og teimum hersettu palestinsku økjunum.

Norska Nobelnevndin letur virðislønina, sum hevur verið latin síðan 1901. Handanin verður á ráðhúsinum í Oslo í desember.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder