Innanlands

Navia keypt alla føroysku fyrstafloks ullina frá 2016

Við nýggjari tøkni ment tvey 100% føroysk tógvsløg

Mynd: Navia

Mynd: Navia

2018-09-17 15:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í mong ár er ov nógv ull blivin burturbeind. Hetta hevur verið óheppið fyri bæði umhvørvið og umdømið hjá okkum føroyingum. Fyri at venda hesari gongd, so hevur Navia, Búnaðarstovan og Fiskimálaráðið gjørst eina samstarvsavtalu, har ið endamálið er at bjarga føroysku ullini.

Uppgávan hjá Navia hevur verið at menna og virka føroysku ullina til vørur, sum eru nýbrot innan føroyskt tógv og troyggjur. Í hesum sambandi hevur Navia við nýggjari tøkni ment tvey nýggj 100% føroysk tógvsløg, sum ongantíð fyrr hava verið á føroyska marknaðinum. Atlit er eisini tikið til at hesar vørur kunnu seljast altjóða.

Framtíðin hjá føroysku ullini liggur í at kundarnir eftirspyrja vørur, ið eru framleiddar úr føroysku ullini. Tískil var tað sera umráðandi fyri Navia at koma við nýggjum tógvsløgum, umframt at Navia hevur gjørt eina nýggja bindibók, ið stuðlar søluna av hesum tógnum. Eisini eru fleiri troyggjur framleiddar úr 100% føroysku ullini, sum hava verið sera væl umtóktar av ferðafólkum og føroyingum sum heild.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder