Heimskendi rapparin Kanye West hevur nú alment skift navn.
Hann varð doyptur Kanye Omari West, men nú er fulla navn navn hansara vorðið nakað stytri – nú eitur hann bara Ye.
Tað var í august, at hann søkti um navnabroyting, og ein dómari í Los Angeles hevur nú góðkent umsókn hansara, skrivar Ritzau.
Navnabroytingin hevur verið leingi ávegis. Í 2018 skrivaði 44 ára gamli rapparin á Twitter, at hann "fyrr var kendur sum Kanye West".
– Eg eri Ye, skrivaði hann. Útgáva hansara frá hesum árinum fekk eisini heitið "Ye".
– Eg meini, at "Ye" er mest nýtta orðið í bíbliuni, segði hann tá í einari samrøðu.
– Í bíbliuni merkir tað "tú". So eg eri tú. Tað er vit.
Rapparin, sum nú ikki longur eitur Kanye West, byrjaði sína tónleikayrkisleið sum framleiðari, men í 2004 gav hann út sína fyrstu útgávu "The College Dropout", og síðani stovnaði hann plátufelagið GOOD Music.
Hóast hann fyrst bleiv kendur sum tónleikari, hevur hann seinastu árini gjørt vart við seg við ansvekjandi politiskum útsøgnum, og hevur hann m.a. eisini stillað upp til amerikanska forsetavalið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald