Innanlands

Negativt úrslit hjá Knassum merkt av niðurskrivingum

Sølan var á leið tann sama og raksturin gav avlop, men virðið á kt-skipanunum í felagnum er niðurskrivað til 0 krónur. Tað hevur við sær eitt hall uppá 1,6 mió kr

2024-09-20 07:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir tvey ár við hampiligum avlopi á botnlinjuni hevur Sp/f Knassar, sum rekur Portalin, í ár hall.

Rakstrarúrslitið vísir 130.618 krónur í avlopi, men eftir stóru av- og niðurskrivingarnar og fíggjarligar kostnaðir vísir ársúrslitið eitt hall uppá 1,6 milliónir krónur.

Negativa úrslitið er merkt av at felagið í samráð við grannskoðanina, hevur valt at niðurskriva virðið á kt-skipanunum til 0 kr. Hetta er gjørt fyri at fylgja nútímans mannagongdum, sum hava við virðismeting av kt-skipanum at gera.

Nógv er tó gjørt seinastu árini við at menna verandi skipanir, eins og nýggjar skipanir eru mentar eisini. Leiðslan væntar tí at síggja eina øking í søluni, so hvørt sum kundarnir fáa fleiri og betri møguleikar at lýsa við sínum vørum og tænastum á Portal.fo og á lýsingaskipanini Vevlýsingar.

P/F Varðin eigur helvtina av partabrøvunum í Sp/f Knassar. Brøðurnir Niklái og Jón Nysted eiga hina helvtina.

Bárður Kass Nielsen er stjóri í Sp/f Knassar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder