2019-06-27 23:20
Stjórin í Nema seinastu árini hevur lagt frá sær. Tað skrivar Norðlýsið í dag.
Sambært Rúnar Reistrup fer Júst í Túni frá sum stjóri í sátt og semju við nevndina, sigur hann við Norðlýsið. Seinastu tíðina hevur ein samanleggingartilgongd verið í felagnum tá Nema og Hey hava lagt saman.
Feløgini fara í næstum at leita eftir nýggjum stjóra, skrivar Norðlýsið.
Fyribils er Gunnar Nielsen settur sum stjóri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald