Mentan

Nervous: Danny Baldursson við nýggjum staklagi

"Nervous" er um ein, sum følir seg sárbaran, ein sum setur órealistiskar vónir til sín sjálvan, sigur Danny, sum við lagnum vil varpa ljós á maskulinitet og tær væntanir, sum samfelagið hevur av mansligu kynsrolluni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-10-01 20:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 24 september gav Danny Baldursson enn einaferð út eitt fangandi og rytmiskt staklag. Lagið, sum ber heiti "Nervous" viðgerð eitt heldur álvarsligt evni, nevniliga sálarheilsu.

Danny greiðir frá lagnum:

- "Nervous" er um ein, sum følir seg sárbaran, ein sum setur órealistiskar vónir til sín sjálvan. Sangurin er um ein sum ikki vil vísa eina ávísa síðu fram av sær sjálvum, eina síðu sum viðkomandi skammar seg yvir, eina síðu av sær sjálvum sum viðkomandi als ikki vil vísa tá tað kemur til nýggj parløg/vinabond.

Danny sigur, at hann fegin vildi varpa ljós á maskulinitet og tær væntanir, sum samfelagið hevur av mansligu kynsrolluni. Hann vil vera við, at líknandi væntanir og normar hava álvarsligar avleiðingar fyri sálarheilsu, og at hetta evnið skal meira fram í samfelagnum, soleiðis at samfelagsliga stigmatiseringin av sálarheilsu og mansligu kynsrolluni verður viðgjørd og normaliserað.

Lagið, sum kom út á Spotify, og øðrum tónleikapallum, í síðstu viku, er longu spælt fleiri enn 10.000 ferðir.

"Nervous" er framleitt í studio hjá Símun Dam, Óli Poulsen hevur miksað og masterað sangin, og sjónbandalagið er framleitt av Jákup Skovgaard Thøgersen og Pætur Høj hjá Raclip.

Sjónbandalagið til sangin sæst omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder