Á býráðsfundi 26. januar samtykti býráðið í Nes kommunu at áseta tænastugjald á tóm býli frá 1. apríl.
Eigarar av tómum býlum fáa kunning um innkrevjing og gjaldsfreistir í næstum, skrivar kommunan.
Sambært kommununi hevur umsitingin hjá Nes kommunu gjørt eina útrokning av útreiðslunum hjá kommununi til tænastur sum atnveiting, kloakk, burturbeining av húsarhaldsruski og brunatilbúgving, og vísir hon, at árliga miðal útreiðslan hjá kommununi í tíðarskeiðnum 2020-2024 er 9.130 krónur pr býli.
Sostatt liggur útreiðslan hjá kommununi omanfyri lógarásetta hámarkið á 7.945 krónur, og býráðið hevur tískil samtykt at innkravda upphæddin verður 7.945 krónur árliga frá 1. apríl 2026 at rokna, skrivar kommunan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald