Mikudagin 31. mai skipaði Tofta skúli fyri fráfaringarløtu fyri Sonju Tausen, lærara.
Sonja Tausen tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla 1984 og hevur verið lærari á Toftum síðani tá. Sonja var á ársskeiði skúlaárið 1995-96.
Eftir trúgva tænastu sum lærari í 39 ár í Tofta skúla, hevur Sonja Tausen valt at gevast sum lærari, tá skúlaárið er liðugt, skrivar Nes kommuna.
Í síni takkarkvøðu mikudagin segði Súni í Hjøllum, borgarstjóri m.a:
– Millum ár og dag hevur Sonja havt hundraðtals næmingar úr okkara bygdum, av Nesi, Toftum og úr Saltnesi. Millum hesar næmingar hava eisini verið børnini hjá okkum, konuni og mær.
– Sum borgarstjóri vil eg vegna okkum øll, sum hava havt børn í skúlanum, takka tær hjartaliga fyri góða, trúgva og drúgva tænastu í Tofta skúla. Við tínum góðu gávum, sáttligu og siðiligu framferð, hevur tú millum ár og dag lagt so sera nógv gott í beinið hjá børnum og ungdómi okkara. Góð virðir, sum vit virðismeta ómetaliga høgt. Hjartaliga takk fyri tað!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald