2021-04-12 12:20
Árliga várkonsertin hjá Nes Sóknar Musikkfelag verður í Løkshøll í Runavík mikukvøldið kl. 19.30.
Ein messingbólkur við næmingum úr Nes Sóknar Musikkskúla leggur fyri.
Síðani spælir hornorkestrið m.a. trý løgini, sum orkestrið fer at spæla á musikkstevnuni, sum verður í Løkshøll dýra biðidag. Hesi eru “Centre Vale March”, “Triple Trouble” og “A Bridge Too Far”.
Kenneth Jones stjórnar Nes Sóknar Musikkfelag, sum telur eini 25 spælarar í øllum aldrum. Tiltakið er ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald