2025-12-14 14:37
Nestlé eitt slag av eftirgjørdarum móðurmjólkspulvuri - NAN EXPERTPRO Sensilac 1 - av tí at bakterian Bacillius cereus er funnin á einari av framleiðslulinjunum.
Bacillu cereus kan gera sporar, sum viðføra spýggju ella búkilsku, kvalmu, spýggju og diarré, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.
Talan er um pulvur í dósum á 800 gram, sum er selt í føroyskum handlum, og mælt verður til, at fólk, sum hava vøruna inni, at beina hana burtur ella lata hana innaftur í handilin.
Um vøruna:
NAN EXPERTPRO Sensilac 1, 800g modermælkserstatningspulver i dåse
DK Batchnummar: 53030346AB
Best fyri: 10 2027 (t.v.s. oktober í 2027)
EAN-strikukota 8445290170408
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald