Uttanlands

Netanyahu: At viðurkenna ein palestinskan stat hevði verið sjálvmorð

Umboð hjá fleiri londum fóru úr salinum, tá ísraelski forsætisráðharrin skuldi halda røðu á ST-aðalfundinum fríggjadagin

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu á ST-aðalfundi í New York fríggjadagin (Mynd: EPA)

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu á ST-aðalfundi í New York fríggjadagin (Mynd: EPA)

2025-09-27 13:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað kemur ikki uppá tal, at ein palestinskur statur verður settur á stovn, segði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, tá hann fríggjadagin helt røðu á ST-aðalfundinum í New York.

Eisini fanst hann at m.a. Fraklandi, Kanada og Stórabretlandi, sum herfyri formliga viðurkendu Palestina sum sjálvstøðugur statur.

– Ísrael vil ikki loyva tykkum at stappa ein yvirgangsstat niður í hálsin á okkum, segði Netanyahu.

– Vit fara ikki at fremja tjóðskaparligt sjálvmorð, tí at tit ikki hava dirvi til at standa ímóti teimum fíggindarliga sinnaðu miðlunum og antisemitisku mannamúgvunum, sum krevja blóðið hjá Ísrael.

Ísraelski forsætisráðharrin legði afturat, at Ísrael hevur knúst "yvirgangsmaskinuna" hjá palestinsku Hamas-rørsluni, og heitti hann enn einaferð á Hamas um at leggja vápnini.

– Gera tit tað, yvirliva tit. Annars skulu vit nokk finna tykkum, segði Netanyahu.

Undan røðuni hjá ísraelska forsætisráðharranum fóru umboð hjá einari røð av londum úr salinum, sum frammanundan ikki var fullsettur, skrivar Ritzau.

Dagførd kl. 13.35

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder