
Friedrich Merz, sum eftir týska valið í gjár stendur til at gerast nýggjur samveldiskanslari í Týsklandi, hevur tosað í telefon við ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu.
Merz hevur m.a. sagt við Netanyahu, at hann fer at bjóða honum á almenna vitjan í Týsklandi, boðar skrivstovan hjá Netanyahu frá.
– Netanyahu forsætisráðharri hevði í gjárkvøldið (sunnukvøldið, red.) eina góða samrøðu við Friedrich Merz, sum eftir týskan valsigur stendur til at gerast nýggjur kanslari í Týsklandi, og ynskti Netanyahu honum til lukku við sigrinum.
– Komandi Merz kanslari takkaði forsætisráðharranum fyri samrøðuna og segði, at hann fór at bjóða honum á almenna vitjan í Týsklandi hóast skammiliga avgerðin hjá Altjóða Revsidómstólinum um at stempla forsætisráðharran sum ein krígsbrotsmann, skrivar skrivstovan hjá Netanyahu sambært Ritzau.
Altjóða Revsidómstólurin (ICC) hevur givið boð um, at ísraelski forsætisráðharrin skal handtakast og vísir til skuldsetingar um krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini í Gaza.
Hetta hevur við sær, at lond, sum eru limir í ICC, hava skyldu til at handtaka Netanyahu, um hann traðkar á teirra jørð. Týskland er ICC-limaland.
Merz váttaði á tíðindafundi í dag, at hann hevur tosað í telefon við Netanyahu.
– Skuldi hann lagt ætlanir um at vitja Týskland, havi eg lovað mærsjálvum, at vit fara at finna ein máta, sum ger tað møguligt hjá honum at vitja Týskland og fara av landinum aftur uttan at verða handtikin, sigur Merz.
Onnur ICC-lond, eitt nú Pólland og Italia, hava áður boðað frá, at tey ikki fara at handtaka Netanyahu. Eisini USA hevur boðað frá, at Netanyahu ikki verður handtikin, tá hann vitjar USA, sum hann gjørdi herfyri. USA er tó ikki eitt ICC-limaland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald