Uttanlands

Netanyahu heitir á Reyða Kross um at geva gíslunum í Gaza mat og læknahjálp

Hamas sigur seg vera til reiðar at lata gíslunum hjálp frá Reyða Krossi, um Ísrael syrgir fyri, at latið verður upp fyri neyðhjálp til Gazageiran.

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

2025-08-04 07:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu hevur heitt á Reyða Korss um at syrgja fyri, at gíslarnir, sum framvegis eru fangaðir í Gazageiranum fáa mat og læknahjálp.

Tað skrivaði skrivstovan hjá Netanyahu í fráboðan um vikuskiftið sambært Ritzau.

Vápnaða greinin hjá Hamas, Ezzedine Al-Qassam siga, at Hamas er til reiðar at veita gíslunum hjálp frá Reyða Krossi, um Ísrael syrgir fyri, at latið verður upp fyri neyðhjálp til Gazageiran.

Eisini verður kravt, at ísraelski herurin skal steðga "allari flogferðslu" meðan pakkarnir verða latnir gíslunum.

Í farnu viku almannakunngjørdu Hamas og Islamisk Jihad sjónbandaupptøkur av gíslum í Gaza. Talan var um tveir menn, sum vórðu tiknir til gísla 7. oktober 2023 í sambandi við álopið hjá Hamas á Ísrael, og báðir sóu út til at vera rak.

Netanyahu sigur, at hann er skelkaður av sjónbondunum, og ES hevur eisini fordømt upptøkurnar og kravt, at allir gíslar í Gaza verða leyslatnir.

Uttanríkisstjórin í ES, Kaja Kallas skrivar á sosiala miðilin X, at upptøkurnar eru andskræmiligar, og krevur hon treytaleyst og alt fyri eitt, at gíslarnir verða leyslatnir.

Umstøðurnar í Gaza eru eisini versnaðar, og hava serfrøðingar hjá ST ávarað um hungursneyð í økinum. Uttanríkisstjórin hjá ES leggur afturat í dagføring sínari á X, at umfatandi neyðhjálp skal latast teimum, sum hava tørv á tí.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder