Uttanlands

Netanyahu lovar at fáa allar gíslar heim

Eisini segði hann í sambandi við, at tvey ár vóru liðin síðan álopið á Ísrael 7. oktober 2023, at Ísrael fer at halda fram at arbeiða fyri at náa øllum sínum málum við krígnum

Ísraelski forsætisráðharrin Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

Ísraelski forsætisráðharrin Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

2025-10-08 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísrael arbeiðir framvegis við at fáa allar gíslar í Gaza leyslatnar.

Tað skrivaði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu á sosiala miðilin X týsdagin, tá júst tvey ár vóru liðin síðan álopið hjá Hamas á Ísrael 7. oktober 2023.

Samráðingar millum Ísrael og Hamas eru í Egyptalandi í hesum døgum, og sambært Netanyahu eru hetta nakrir lagnutungir dagar.

– Vit vilja halda fram at arbeiða fyri at náa øll málini við krígnum: At fáa allar gíslar heim, at beina fyri Hamas-stýrinum, og lyftið um, at Gaza ikki longur skal vera ein hóttan móti Ísrael, skrivar hann sambært Ritzau.

Sambært ísraelska herinum eru 48 av teimum 251 gíslunum, sum vórðu tiknir av Hamas fyri tveimum árum síðani, framvegis í Gaza, og 25 av teimum eru deyðir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder