Uttanlands

Netanyahu mælir til at Trump fær friðarheiðursløn

Ísraelski forsætisráðharrin hevur skrivað Nobelnevndini bræv, upplýsti hann á fundi í Washington í gjár

Netanyahu til borðs saman við amerikanska forsetanum í Hvítu húsunum í gjár (Mynd: EPA)

Netanyahu til borðs saman við amerikanska forsetanum í Hvítu húsunum í gjár (Mynd: EPA)

2025-07-08 07:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur innstillað amerikanska forsetan, Donald Trump, at fáa friðarheiðursløn Nobels.

Tað skriva tíðindastovurnar Reuters og AFP. Undir einum døgurða í Hvítu húsunum í Washington skal Netanyahu hava víst fram eitt bræv, sum hann hevur sent til Nobelnevndina.

Teir báðir hittust í amerikanska høvuðsstaðnum fyri at tosa um støðuna í Miðeystri.

Í løtuni er Ísrael í samráðingum við Hamas um eina vápnahvíld í Gaza. Samráðingarnar byrjaðu sunnudagin í Katar við USA og Egyptalandi sum meklarum.

Í farna mánaði framdi USA eitt álop á tríggjar kjarnorkustøðir í Iran eftir at Ísrael og Iran í longri tíð høvdu skotið við rakettum eftir hvørjum øðrum.

Støðan millum Ísrael og Iran versnaði eftir at Ísrael 13. juni framdi fyrsta álopið á Iran. Hetta varð gjørt fyri at forða Iran í at gerast eitt kjarnorkuveldi, varð sagt.

Benjamin Netanyahu var skjótur at rósa Donald Trump eftir bumbingina av kjarnorkustøðunum.

- Tín djarva avgerð at leypa á kjarnorkustøðirnar hjá Iran fer at broyta søguna, segði ísraelski stjórnarleiðarin.

Fáar dagar eftir amerikanska álopið, kom ein vápnahvíld í lag millum Iran og Ísrael.

Eftir rósandi orðini frá Netanyahu, gav Trump honum sín stuðul í einum máli, har ísraelski forsætisráðharrin er undir skuldsetingum fyri mutur, og hevur fingið boð um at møta upp í rættinum.

- Eg eri skelkaður av at hoyra, at Ísrael, sum júst hevur havt eina av sínum størstu løtum í søguni, undir sterku leiðslu Bibi Netanyahus, heldur áfram við síni láturligu heksajagt móti sínum krígstíðarforsætisráðharra, skrivaði Donald Trump á sosiala miðli sínum, Truth Social.

Avhoyringin av Netanyahu í rættinum skuldi eftir ætlan vera 29. juni, men ein dómstólur í Jerusalem útsetti rættarfundin eftir at nýggir upplýsingar vóru komnir fram í málinum, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder