Uttanlands

Netanyahu vil hava samráðingar alt fyri eitt

Ísraelski forsætisráðharrin sigur, at hann vil samráðast um leyslating av øllum gíslum og at fáa ein enda á krígnum í Gaza við treytum, sum Ísrael kann góðtaka

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

2025-08-22 09:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu vil hava samráðingar um at leyslata allar gíslar í Gaza og fáa ein enda á krígnum í økinum, sigur hann sambært altjóða tíðindastovum.

Hendan fráboðanin kom, eftir at Netanyahu herfyri kunngjørdi nýggja ætlan um at taka ræðið á Gaza býi.

Netanyahu sigur, at hann hevur givið boð um, at samráðingar skulu byrja beinanvegin um leyslating av øllum gíslum og at fáa ein enda á krígnum “við treytum, sum Ísrael kann góðtaka”.

Óbeinleiðis samráðingar hava verið millum Ísrael og palestinsku Hamas-rørsluna, og Hamas hevur góðtikið eitt uppskot hjá meklarum um eina fyribils vápnahvíld.

Uppskotið snýr seg um eina 60 dagar langa vápnahvíld og leyslating av 10 gíslum og 18 líkum. Afturfyri skulu umleið 200 palestinar leyslatast úr ísraelskum fongslum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder